Vit gera

DEKO&PRINT er samstarvsfelagi tín, tá tað snýr seg um at gera yrkisliga samleika tín sjónligan.
Tað verði seg búmerki, lýsingar, prentlutir, prýðing av handilsfasadu við skeltum og foliu á glasflatur, skelting innandura, eins væl og uttandura, og prýðing av virkisbilinum.
Vit leggja dent á tætt samstarv við kundan, til tess at røkka besta úrslitið. Vit bjóða heildarloysnir við prentlutum og skelting, sum byggja á holla vitan og royndir.
Góð sniðgáva skal ikki bara vera snotilig, men eisini bera ein greiðan boðskap til rætta málbólkin.
Vit fara til kjarnuna í hvørjari uppgávu, gera hana sermerkta og fáa úrslit, sum síggjast og hava ávirkan.
Endaliga úrslitið speglar altíð grundhugskotið hjá kundanum.

Skelti
Prentlutir
Glasdeko
Bildeko
Veggjaprýði úr foliu
Búmerki

Deil hetta