Glasdeko

Glasdeko/prýði og blindan av glasi og vindeygum

Glasprýði til vindeygu og glasrútar í heimi, stovnum, handlum ella skrivstovum.

Nýggir byggisiðir, við stórum glasflatum, hava mangan við sær ein tørv at avmarka gjøgnumskygni. Í hesum sambandi eru vit góðir í ráðum. Lat okkum saman finna bestu loysnina.

Sjálvt hugflogið setur ongar forðingar fyri hvat vit kunna..”

No 12 Juice Bar í Gundadali fingið glasprýði frá okkum og ymiska skelting eisini...
Einføld glasprýðing av matstovu glasfasadu
Glasprýði í útskornari frostfoliu til avskerming inntil fundarrúm ella skrivstovu
Fasada - Betri
OnewayVision prent ið avskermar gjøgnumskygni inn til skrivstovu, Men væl sæst út
Transparent glasdeko við veggjaprýði: Loyst av okkum í samarbeiði við listakvinnuna Astri Luihn!
Transparent prent á glas í skúlanum á Argjahamri
Tá skúlin á Argjahamri skuldi prýðast innan, var tað listakvinnan Astri Luihn ið vann kappingina millum fleiri listafólk!
Vit vóru biðin av Astri um at loysa hesa megnar uppgávu. Út frá hennar skitsum og málningum, skuldu vit skapa tað sum skuldi á allar glasveggirnar og veggirnar annars. Hetta var stórt repro arbeiði og hvussu uppgávan skuldi loysast í formi av prenti, figurum og sjálvt fuglabjørg úr rustaðum jarni. Allir glasveggir, skuldi prentast á kláran transparentan film og monterast. Alt bleiv prenta og montera á glasið í Føroyum.
Tað má sigast at størri glasdekorering ikki er gjørt í Føroyum áður á hendan hátt !

Deil hetta